Rody Giuliani gjørdist víða kendur og sera væl umtóktur millum nógvar amerikanarar sum borgarstjóri í New York undir yvirgangsatsóknunum tann 11. september í 2001. Men tað var kortini ikki nóg mikið til at fóta sær í kappingini um forsetauppstillingina hjá republikanarunum.
Í gjárkivøldið kunngjørdi Giuliani, at hann gavst við uppstillingini. Tá hevði hann júst tapt valið í Florida, har hann annars hevði sett sær fyri at byrja ferðina ímóti Hvítu Húsunum. Men hann ætlar ikki, at hansara atkvøður skulu fara til spillis.
-John McCain er tann best egnaði til at standa fyri hesum landinum, segði Giuliani. Hin takkaði, og teir báðir hálsfevndust.
Undan teimum fyrstu uppstillingarvalunum varð roknað við, at Rudy Giuliani fór at standa seg best av republikanarunum, og at McCain fór at verða hansara varaforsetaevni.