Giulia avloysir Alfa Romeo 159

Alfa Romeo eru nú klárir við avloysaranum fyri Alfa Romeo 159, sum fór av marknaðinum í 2011.

 

Hóast vit ikki síggja nógv til italsku Alfa Romeo her hjá okkum, er talan um eitt fínt bilmerki, ið er kent fyri sínar dygdir sum t.d. design, motorkraft og góðar sportsligar koyrieginleikar. Hesin nýggi Alfa Romeo Giulia er einki undantak. Bilurin, ið verður drivin av bakhjólunum,   hevur flott design bæði innan og uttan og koyrieginleikar í toppklassa.

 

Umframt fleiri ymiskar bensin- og dieselmotorar fæst Giulia í útgávuni Quadrifoglio við 2,9 litra V6 motori við 510 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 3,9 sekund. Giulia Quadriofoglio verður drivin av øllum fýra hjólunum við eini framkomnari skipan, ið nevnist Torque Vectoring System.

 

Alfa Romeo verksmiðjan varð stovnað tann 24. juni 1910 í Milano. Fyrstu árini var navnið á verksmiðjuni bert ALFA (Anónima Lombarda Fabbrica Automobili), men eftir at handilsmaðurin og verkfrøðingurin Nicola Romeo yvirtók verksmiðjuna í 1915, varð navnið broytt til Alfa Romeo. Síðan 1986 hevur Alfa Romeo verið partur av Fiat-konsernini.

 

Alfa Romeo Giulia kemur á danska marknaðin í mai, so møguliga kemur onkur hendan vegin eisini. Í Føroyum er tað Nordcar, sum omboðar Alfa Romeo.