Gitte Seeberg, sum var við til at stovna Ny Alliance, hevur nú tikið seg burtur úr flokkinum Um middagsleitið kunnaði Gitte Seeberg hinar fólkatingslimirnar hjá Ny Alliance um, at hon fer burtur úr flokkinum.
Um orsøkina sigur Gitte Seeberg, at hon er ikki nøgd við samstarvið í floksleiðsluni ella ta politisku kósina.
-Eg haldi, at Ny Alliance eigur at vera á miðjuni og hvørki høgru- ella vinstrumegin, sigur hon.
Nú hon fer úr Ny Alliance, fer Gitte Seeberg at virka sum uttanflokkstinglimur í Fólkatinginum.