Seinastu dagarnar hava fólk frá P/F Varðanum verið í Skagen í sambandi við yvirtøkuna av skipinum.
Tá ið skipið kemur til Føroya verður móttøka. Óvist er enn, nær og hvar móttøkan verður, men tá ið nýggjasti Tróndur í Gøtu kom, var móttøkan í Runavík.
Tróndur í Gøtu, sum hevur fingið maskinskaða, fer at liggja við kai til komandi vár, og tí ætlaði P/F Varðin at gera avtalu við eigaran av Gitte Henning um leigu av skipinum.
Fyri at flyta føroysk fiskirættindi yvir á skipið, varð tó neyðugt at keypa skipið, og skráseta tað í føroysku skipaskránni. Avtala er gjørd um ein keypsáttmála við møguligum afturkeypi um eitt ár.
Á Varðanum eru tey sera spent at síggja, hvussu skipið fer at roynast, og tí at talan er um nýtt skip, verður góðskan vónandi fyrstafloks.
Av tí at avgerð ikki er tikin, um skipið verður verandi í flotanum, fer skipið at eita Gitte Henning 1.










