Gittarting í Klaksvík í morgin

Tað eru av álvara guitarar av merkinum Høfner, ið merkja vikuskiftið í Klaksvík.

Høfner guitarar í hópatali verða í hesum døgum hongdir upp á veggirnar í Spaniastovu í Klaksvík. Ein long, long røð av gomlum Høfner guitarum eru savnaðir undir somu lon.

 

Orsøkin er, at tiltakið Gittarting verður hildið í Klaksvík um vikuskiftið og tað verður fríggjadagin og leygardagin við røðum, framsýning, tónleiki og øðrum.