27 ára gamli Alvi Joensen hevur seinastu sjey árini gingið á tónleikaskúla í Svøríki, har hann hevur útbúgvið seg innan klassiskt gittarspæl.
– Nú skúlin er liðugur, skal eg fóta mær, og tað vóni eg at gera við einum blandi av undirvísing og spælingum, sigur Alvi Joensen í samrøðu við Sosialin um vikuskiftið.
Áhugin fyri gittarspæli byrjaði á ungum aldri, og so líðandi kom hugurin til útbúgving innan gittarspæl. Alvi byrjaði á Musikhögskolan í Malmö í 2010. Har hevur hann tikið bachelor, master og eina serliga solistútbúgving og var liðugur í fjør.
– Tá ið tú hevur verið ígjøgnum hesa longu útbúgving, kemur tú út í arbeiðslívið og fært eitt sjokk av, hvussu lítil áhugin í grundini er fyri tí tónleiki, sum tú hevur brúkt so nógva tíð og orku uppá. Eg veit væl, at mín smakur er serligur, og at tað ikki er tann stóra fjøldin, sum dáma hetta slagið av. Tað eru ikki nógvir pengar í at spæla hetta slagið av tónleiki, og tí má eg spæla og takast við annað fyri at klára meg, sigur Alvi Joensen við Sosialin.
Les samrøðuna við Alva Joensen í VikuskiftisSosialinum, sum kemur út í kvøld.