Gitingarnar eru nógvar

Ensku bløðini gita dúgliga í morgun, hvør skal loysa koyrda Carlo Ancelotti av í Chelsea. Okkurt blað rør upp undir, at Jose Mourinho enn einaferð verður Chelsea-venjari. Tað kom ikki púra óvart á, at Carlo Ancelotti í gjár fekk sekkin í sigursvanda Chelsea. Eftir at hava vunnið The Double síðsta kappingarár, stóð Chelsea uttan steyp í ár, og tað líkaði ikki kravmikla eigaranum, Roman Abramovich.

 

Og nøvnini á avloysaranum tróta ikki. Tað hevur leingi ljóðað, at Abramovich vil hava venjaran hjá Turkalandi, Guus Hiddink, sum loysti av eitt stutt tíðarbil eftir Scolari. Tað skrivar Daily Telegraph, og og Ian McGarry skrivar á sínum Twitter bloggi, at hann skal verða partur av hollendskum venjarapari saman við Marco van Basten.

 

Ungi Porto venjarin Andre Villas-Boas verður somuleiðis nevndur sum ein møguleiki av Goal.com, og Daily Mail ber søguna um, at The Special One fyri aðru ferð skal standa á odda fyri Chelsea.

 

Gitingarnar eru sum nevnt nógvar, og helst verður ein loysn funnin innan alt ov langa tíð.