Gita heldur enn vita

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna Javnaðarflokkurin
-----------

Undanfarna samgonguskeið var motto løgmans: »Vt skulu vita heldur enn gita.« Hetta motto var hann kendur fyri. Nú tykist vent í holuni hjá ikki bara løgmanni, men hjá samgongulimum sum heild. Samgongan hevur samtykt at skatta pensiónir við inngjald fyri at fíggja ein skattalætta til tey háløntu. At seta út í kortið hevur samgongan full­an rætt til, men at kolvelta okk­­ara skipanir á tveimum so grundleggjandi økjum sum skatt og pensión frá degi til dags uttan at kenna av­leið­ingarnar til fulnar, er óða­­manna­verk. Stutta skoð­bráið ber brá av, at nú vil sam­gongan ikki vita, men heldur gita.

Illa undirbygt lógaruppskot
Í vikuni ið fór, var lógar­upp­­skotið um skatting av pen­siónum til viðgerðar á løg­tingi. Má siga, at eg ikki minnist meg at hava lisið eitt so illa undirbygt lógar­upp­skot tey 4 árini, eg havi verið á tingi. Gjøgnumgangandi við­­merkingarnar eru: »Tað er ógreitt, tað er óvist, tað er ivasamt, tað hevur nega­tivar avleiðingar og tað setur fleiri í verri støðu enn higar­til«. Ikki færri enn 19 fyri­varni eru í við­merk­ing­unum til lógar­­upp­skotið. Tí er spurn­ingurin, um hetta upp­skotið upp­fyllir sjálvt minstu treyt­irnar fyri at eitt lógaruppskot er búgvið at leggja fram. Ting­fólk eiga at vita, hvat ið tey lóggeva um, og hvørjar av­l­eiðingarnar eru. Hetta tykist ikki vera galdandi í hesum mál­inum. Hóast hetta, so vil sam­gongan kroysta málið ígjøgnum løgtingi her og nú.

Øll, ið hava pensión uttanlands hanga í leysari luft
Vit hava nú hoyrt, at teir 1300 limirnir í Sjúkrarøktar­frøðingarfelagnum verða blak­­að út úr PKA tann 1 januar, um hetta lógarupp­skot­ið verð­ur veruleiki. Sjálvt lógaruppskotið vísir á, at støðan hjá teimum, ið hava pensión uttanlands er so óviss og ivasom, at ongin í veruleikanum veit, hvat støðu tey eru í, tá ið lógar­upp­skotið er samtykt.

Fólk, ið koma til Føroyar at arbeiða styttri ella longri tíð
Vit vita, at serliga heilsuøki ger nógv brúk av, at læknar og onnur heilsustarvsfólk koma til Føroyar at arbeiða. Frá 1 januar 2012 er sannlíkt, at hesi fólk fara at fáa eitt pen­siónsinngjald saman við útgoldnu lønini, ið tey ikki kunnu gjalda inn í teirra egnu skipan, men tey verða noydd at stovna eina nýggja skipan til hesi gjøldini. Hvat ávirkan hetta fer at hava á hugin hjá t.d læknum at koma til Føroyar at arbeiða, kunnu vit bert gita um.

Skattahækking til lágu inntøkurnar
Við at skatta pensiónina við inngjald við 40% av all­ari upphæddini, vera tey, ið hava lágt inn­gjald fyri van­­býti. Fyrst fáa vit eina flat­­skatta­­skipan, ið serliga lívgar há­inn­tøk­urnar, og sam­stundis fáa vit eitt pen­sións­upp­skot, ið leggur eftir lágu inn­­tøk­un­um. Ein pen­sion­istur við miðal­inn­tøku fær eina skattahækking frá 27% til 40% sambært hesum uppskotinum. Vit hava sæð fleiri útrokningar, ið vísa at útgjaldið verður 17% lægri, at hesin bólkurin fer at fáa eini 1500 krónur minni í pensión um mánaðin.

Fyrimunur til høgu inntøkurnar
Tey, ið hava høga inntøku, fáa fleiri fyrimunir við at gjalda inn til pension. Onki hámark er fyri, hvussu nógv ein kann spara upp árliga í pensión. Tí er sannlíkt, at lógin fer at eggja teimum, ið hava høgar inntøkur at spara meira upp í pensión. Tey kunnu so at siga gjalda meira inn til pensión og sleppa bíligari í skatti av síðst vunnu krónu. Sostatt kann man rokna við, at eyka­bonusið í flatskattinum til hægru inntøkurnar, fer at viðføra hægri uppsparing og minni forbrúk. Hetta fer ikki at seta ferð á búskapin í sama mun, sum ein lætti til lág- og miðalinntøkurnar vildi gjørt.

At hava vald merkir eisini at hava ábyrgd
Fakfeløgini hava, av sínum eintingum, valt at spart upp til aldurdómin, ofta framum at fáa eina lønarhækking. Hetta hevur verið gjørt, tí ein hevur havt álit á land­sins myndugleikum og gjørd­um avtalum. Hetta lógar­upp­skotið gevur hesum áliti eitt stórt skot fyri bógvin. Tað, sum nú hendir, er, at allar fortreytir, ið hava ligið til grund fyri at spara upp til eftirløn, verða skriktar vekk uppá nakrar fáar dagar. Lands­stýrið letur meira enn 1000 fólk standa í óvissu, um hvat hendir við teirra upp­spardu eftirløn. Alt hetta hendir, tí samgongan tykist ikki at vilja vita, men bert gita, tí tað er so alneyðugt at innføra flattskatt her og nú uttan mun til, hvat av­leiðingarnar eru.