Hjalmar N. Poulsen
---
Hetta eru nøkur av teimum eyðkennum, sum dementur kassameistari hevur. Hann umsitur føroyska landskassan. T.v.s. hetta eru peningaviðurskifti, sum viðvíkja fíggjarstandi landsins. Og hetta er peningur sum tú og eg eiga.
Stuldur, skjalarfalsan og lygnir. Og so einaferð afturat lygn, fyri at “pynta uppá” tilvitaða lógarbrotið. Tá fyrireikaða tjóvaríið var framt, bleiv tjóvagóðsið selt við grundarlagi í fælsaðum skjølum. Alt hetta er allment loyvt at gera, tí nú gongur sjón fyri søgn. Í stóran mun verður slíkt góðtikið av okkara hægsta myndurleika, sum eftir øllum at døma hevur fult álit á “skurkinum”. Gamalt orðatak sigur: “Ringt er at tosa við deyðan mann”. Men tað ber til at ákæra beinafrindina fyri líkt og ólíkt, uttan at viðkomandi er til staðar og kann svara fyri seg. Hetta gjørdi minnisveiki fíggjarmálaráharrin, fyri síðan at vaska hendur aftaná. So segði hann sjálvur løgmaður: “Eg havi fult álit álit fíggjarmálaráðharranum”....??
Alt hetta sum vit hava verið vitni til, borgar ikki fyri morali,- minni enn so. Og tað ringasta av øllum,- hetta er í stóran mun skaðiligt fyri føroysku tjóðina. Alt okkara ættarlið hevur ringan smakk í munninum. Eg og hvør einasti føroyingur missur álitið á fólkaræðið. Hví kunnu vit onnur so ikki bara gera líka soleiðis, tá ein sleppur undan rættarvaldinum? Tá teir kunnu, ja so kunnu vit eins væl. Lat ongan iva verða um tað. Eg og mong við mær koma við góðari samvitsku og beráddum huga, at sníta og bedraga, sum okkum listir, tí júst hetta verður góðtikið. Og júst hetta fer at forkoma føroysku tjóðini, um ikki skil fæst á í stundini.
Føroysku miðlarnar hava stórt rós uppiborið. Uttan tykkum hevði “anarkiið” verið fulkomið. Tit skullu sannuliga eiga mín dyggasta stuðul.
Sig mær Føroya Løgting, er ongin tykkara so frægur, at tora at fáa ein dementan og “ikki valbaran mann” burtur úr aftur sessinum og handan rimar? Ella eru øll tit fólkavaldu av sama kalibur?
Stykkið hin 31.1.-14