Gistingarhúsið Ísandsgarður á Sandi skal seljast

Ein partur av sandiarsøgu til sølu.

 

Hesum veit sandportal.fo frá at siga.

 

Ísandsgarður bleiv bygdur í 1927. Húsini vóru bygd sum eitt tveyfamilju hús. Í kjallaranum var handil hjá Eisinberg og seinni helt Mads Vinther skómakari til í hølunum.  Ísandsgarður hevur í mong ár verið brúktur sum gistingarhús fyri ferðandi á oynni.

 

Í 1975 keypti Hotel Føroyar húsini og umbygdi tey til Hotell Ísandsgarður. Tað varð nýtt sum hotell í umleið 20 ár.