Gásadalsgarður er heitið á nýggjum gistingarhúsi og matstovu, sum hjúnini Katrin og Pól Fagraklett saman við vaksnu børnum teirra, Jóhann, Gunnvá og Pauli Fagraklett hava latið upp í Gásadali. Hetta er fyrstu ferð, at ferðafólk fáa møguleika at gista og keypa mat í lítlu bygdini við nú heimskenda fossinum, Múlafossi.
Stigtakararnir skriva í morgun, at tey hava latið bygt tvey nýggj hús miðskeiðis í bygdini til endamálið. Húsini standa á sama øki, sum onnur niðurslitin hús og smærri bygningar stóðu á frammanundan.
Annað sethúsið verður brúkt til gistingarhús við fýra tvíkømurunum, ið tekur móti gestum alt árið. Hitt húsið er matstova og café frá apríl til september frá kl. 10.00 til 18.00. Restina av árinum eru hølini, ið kunnu rúma upp til 55 fólk, tøk at leiga til ymisk tiltøk, so sum veitslur og móttøkur.
Hølini, sum matstovan húsast í, eru samstundis bygd og innrættað soleiðis, at tey lætt og skjótt kunnu broyast til góðkent sláturvirki.
Hetta kemur væl við hjá Sp/f Gásadalsgarði, sum samstundis er virkin bóndagarður við 1 1⁄2 mørk jørð í Líðarhaga. Matstovan bjóðar av tí sama teimum vitjandi smyrjibreyð við m.a. føroyskum viðskera, sum er tikin til høldar um heystið á sláturvirkinum hjá Gásadalsgarði. Eisini er møguleiki at keypa annan mat og drikkivørur.
Síðstu árini er Múlafossur í Gásadali vorðin heimskendur sum ferðmál, og vitja tí nógv ferðafólk árliga í bygdini. Hesi ynskja ofta at taka myndir av fossinum og við fossin, sum t.d. Huffington Post herfyri kallaði fyri »The Most Breathtaking Waterfall in The World«.
Talið av útlendskum ferðafólkum í Føroyum veksur støðugt, meðan føroyingar ferðast munandi meira í egnum landi. Tí eru stigtakarnir bjartskygdir fyri grundarlagnum at reka bæði gistingarhús og matstovu í Gásadali.
Í samband við almennu vitjanina í Føroyum hjá íslendska forsetanum, Guðni Th. Jóhannesson, og forsetafrúuni, Eliza Jean Reid, verður vitjað í Vágum mánadagin 15. mai, har fara forsetahjúnini m.a. at vitja nýggja Gásadalsgarð.