Gist og Vist letur enn eina matstovu upp

Gist og Vist samtakið letur enn eina matstovu upp í Havn í nærmastu framtíð.

 

Umframt Eta, sum fer at lata upp í Miðlahúsinum, og Tarv, sum verður í bygninginum hjá P/F Poul Hansen undir Bryggjubakka, fer Restaurant Ræst at lata upp í Nýggjustovu í Gongini.

 

Enn er ikki heilt greitt, nær klárt er at lata upp, men fyrireikingarnar eru væl ávegis. Johannes Jensen skrivar í kvøld, at Petur Hans Poulsen í hesum døgum er í ferð við at snikka borðini til. Tey vera gjørd burtur úr gomlu mastrini á Polo, sum kom á Klaksvík í 1929. Masturin hevur eisini eitt skifti verið umborð á Westward Ho, sigur hann.

 

Nýggjastova er eitt av elstu húsunum í Havn og er helst bygt áðrenn ár 1600. Fleiri væl kendir persónar í føroyskari mentanarsøgu hava búð í Nýggjustovu, millum annað Beinta, sum Jørgen Frantz-Jacobsen nýtti sum fyrimynd til sína Barbaru, og V. U. Hammershaimb.