Diskotek Platform heldur tað vera upp á tíðina at lata nútíðartónleikin liggja eina løtu, og blaða nakrar síður aftur í gloymibókini eftir tónleiki frá tíðini, tá babba var ungur.
Hetta hendir av og á og kann næstan kvalifisera seg til at verða kallað eitt afturvendandi tiltak á Platform, og í kvøld verður so aftur sonevnt 70?ara kvøld á diskotekinum.
Babbarnir hjá teimum vitjandi á Platform eru ikki so ungir longur, og tað eru plátuvendararnir frá teirri tíðini heldur ikki. Men tað forðar ikki Gissi Patursson fyri at venda aftur til plássið handan plátuspælaran, sum nú er vorðin til fløguspælara. Hann er nevniliga gestafløguvendari í Platform í kvøld, tá diskokúlan verður skrúvað upp undir loftið, og skjúrtuflippurnar vaksa seg breiðar.










