Nær kunnu vit mannabørn góðtaka deyðan, neyvan nakrantíð heilt. Tó serliga svárur kennist hann, tá vit verða tikin á bóli, og ikki gruna nakað sum helst. Og akkurát soleiðis kenni eg tað við Gisla, sum leygarmorgunin í skundi fór higani og heim, og sum nú undrast í nýggjum heimi, har ongin gongumaður enn er vendur aftur.
Og Gisli fór so knappliga, at vit sum dagliga umgingust hann standa púra býtt og aftur og aftur kemur setningurin. Tað kann ikki passa, hann gekk jú spillfrískur okkara millum, og eg tosaði við hann í gjár, onkur annar í fyrradagin og so víðari.
Tó Gisli er farin, hann er deyður, og nú prátar hann, og skemtar hann í nýggjum heimi, hvørs avbjóðingar eru ævigar, í ævinleikanum, sum hann slapp í nógv skjótari fram til enn hann sjálvur, og vit onnur høvdu roknað við.
Vit báðir vistu um hvønn annan, frá tí eg kom til Havnar sum ungur, og vit lærdu hvønn annan ordiliga at kenna nú seinnu árini, hvar vit í felag strevaðust fyri at fóta okkum í lívinum í eini roynd at vaksa andaliga og at viðkoma hvørjum øðrum.
Gisli var ikki keðiligt selskap. Hann var skemtari og hann kundi eisini verða álvarsamur, men tað álvarsama var ongantíð so drúgvt, at hann gjørdist keðiligur. Hann kundi røða um álvarsligar lutir, men tað gekk ikki so drúgv tíð, so skifti hann evni við onkrari góðari, har onkur bøllutur singlaði inn í millum, og so kendu tú góða gamla Gisla aftur. Ein maður, sum ikki legði fingrarnar í millum, men sum segði sína hjartans meining um hvat tað skuldi vera.
Sum so mangur, so var lívsteinurin hjá Gisla tungsjóðaður inn í millum. Tó seinnu árini var slætnað undir fótum, og hansara andaligi hungur gav honum kensluligt viðrák, hóast alt ikki var fingið upp á pláss. Trúgvi heldur ikki, at málið hjá Gisla var at fáa gólvið sópað heilt og gerast heilt fullkomin, áðrenn hann legði árarnar inn. Hjá honum var málið nógv meira at vaksa andaliga, at hava eitt opið sinni og at taka í móti tí vegleiðing, sum Gud gav honum beinleiðis og gjøgnum onnur menniskju, sum hann kom í samband við.
Har vit hittust, var hann álitismaður. Hann var fullur av kærleika og vildi sínum næstu væl. Hann pyntaði ikki um aftur um løgdu lívsleiðina, men hann arbeiddi av heilum hjarta fyri, at dagurin í dag skuldi verða ein dagur livdur í kærleika, og júst hesin setningur fekk fólk at kenna seg væl saman við honum.
Gisli stendur nú undir børu. Vit sum hildu av honum eru ikki rættuliga raknaði við eftir hvøkkin, hansara næstu kenna sorg. Saknur verður í honum í SMS og aðrastaðni, har hann ikki bakkaði fyri at fara yvir um vegin fyri at heilsa upp á teg.
Nú meðan tú úr hesum heimi er á flog inn í tann stóra og bjarta ævinleikan, uttan sút av nøkrum slag, heilsa vit tær og siga takk. Umframt alt annað, so minti tín deyði okkum á, at vit bert eiga dagin í dag, og tað er hendan dagin vit eiga at liva sum tað er tann seinasti, í kærleika og eftir besta førimuni.
Og er tað nakar sum ivast um Gisli var tilreiðar at fara higani, so kann eg heilsa og siga ja. Gisli ivaðist ikki eina løtu hvar leiðin bar, tá eyguni brustu og sálin beyð seg til ferðar.
Tøkk Gisli
heilsan
Jústinus Leivsson Eidesgaard