Gíslatreytirnar hjá Hamas kunnu ikki góðtakast

Israelski forsætisrtáðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at treytirnar hjá Hamas at lata gíslarnar leysar kunnu ikki góðtakast.

 

- Góðtaka vit treytirnar hjá Hamas, eru øll okkara herfólk deyð til onga nyttu, sigur Benjamin Netanyahu.

- Hamas krevur í býti við at lata gíslarnar leysar, at vit gevast við krígnum, taka herdeildirnar aftur úr Gaza, leyslata allar krígsfangar og lata Hamas sleppa.

 

Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin sambært ísraelska miðlinum, Haaretz.

 

- Um vit góðtaka hetta, eru øll okkara herfólk deyð til onga nyttu, leggur forsætisráðharrin aftrat.

 

Benjamin Netanyahu leggur dent á, at eitt av høvuðsmálunum hjá Ísrael er at fáa gíslarnar latnar leysar, men tað verður ikki undir teimum treytum, sum Hamas setir.

 

- Tá fer Ísrael heldur at halda fram við at leggja hernaðarligt týst á Hamas, leggur forsætisráðharrin aftrat.

 

Sambært Haaretz hevur ísraelski forsætisráðharrin kunnað amerikanska forsetan, Joe Biden, um hesi sjónarmið síni.

 

 

 

- Góðtaka vit treytirnar hjá Hamas, eru øll okkara herfólk deyð til onga nyttu, sigur Benjamin Netanyahu.