Gíslatøkan í einum Radisson Blu Hotel í Bamako, høvuðsstaðnum í Mali, er nú liðug.
Fyri løtu síðani stormaðu hermenn hotellið og bjargaði gíslunum. Mett verður at átjan fólk eru deyð í álopinum.
Tað var í morgun at fleiri vápnaðir menn lupu á hotellið og tóku umleið 170 fólk til gísla, meðan teir róptu Allahu Akbar. Mett var at tríggir persónar vóru dripnir, tá yvirgangsmenninir lupu á.
Teir næstu tímarnar megnaðu fleiri av gíslunum at sleppa til rýmingar, tí yvirgangsmenninir ikki tóktust at kenna bygningin nóg væl.
Innanríkisráðið hevur upplýst, at 87 gíslar megnaðu sjálvir at rýma av hotellinum ella fingu hjálp frá herinum, meðan aðrir vórðu leyslatnir, tí tey dugdu vers úr koranini.
Enn er óvist hvør bólkur hevur ábyrgdina fyri álopið, men ein norðurafrikansur islamskur yvirgangsbólkur, Al-Mourabitoun, hevur tikið æruna fyri gíslatøkuna.