Tveir menn – annar í brølapu – fóru fyri løtu síðani úr einum náttklubba í hollendska býnum Ede, har fleiri persónar vóru tiknir sum gíslar, við hondunum yvir høvdinum.
Tað skrivar hollendska tíðindastovan ANP sambært Reuters.
Annan mannin hevur løgreglan løgd í hondjørn.
Sambært tíðindastovuni AFP upplýsir løgreglan, at ein mistonktur er afturhildin. Samstundis ljóðar, at allir gíslarnir eru lætnir leysir.
Tað frættist fyrr í morgun, at ein vápnaður maður hevði tikið gíslar einum náttklubba, Cafe Petticoat, í býnum Ede.
/ritzau/
##med2##