Giro d´Italia til Danmarkar

Í morgun varð fráboðað, at næsta ár byrjar tann árliga súklukappingin Giro d´Italia ikki í Italia, men í Danmark. Fyrsta umfar av kappingini verður tann 5. mai 2012 í Herning, og tey bæði næstu umførini verða eisini í Danmark, og tá verður Horsens vertsbýur.

 

Borgarstjórarnir í Herning og Horsens, Lars Krarup og Jan Trøjborg, vóru hjástaddir, tá fyrireikararnir váttaðu tað, sum frættist sum leysatíðindi í gjár.

 

Giro d´Italia verður mett sum tann næststørsta altjóða súklukappingin eftir Tour de France. Kappingin var fyrstu ferð í 1909.