Ægir skal søkkjast




Klaksvík: Ægir liggur á Klaksvíkar Sleipistøð, har tað verður arbeitt við at taka motorin og annað úr honum, áðrenn hann verður søktur.
Tað var á heysti í fjør, at Ægir rendi á land á Glyvursnesi, og bleiv vrak. Hann hevur ligið í Havn síðani, inntil hann hósdagin kom norður til Klaksvíkar.