Ægir sett venjara

Svimjifelagið Ægir úr Klaksvík hevur sett høvuðsvenjara til komandi kappingarár. Hesin er Johan Martin Poulsen úr Saltangará. Johan Martin er 27 ára gamal, hann hevur drúgvar royndir sum venjari hjá fleiri svimjifeløgum kring landið og hann hevur tikið fleiri venjaraskeið hjá Dansk Svømmeunion. Johan Martin skal venja 1. & 2. lið og annars vera við til at samskipa venjingina fyri allar kappsvimjarar hjá ÆGIR