Íslendska sjóverjuskipið Ægir bjargaði fyrradagin 58 flóttafólkum nærhendis griksku miðjarðarhavsoynni Kreta. Talan var um 30 menn, 16 kvinnur og 12 børn, og sambært íslendsku manningini høvdu tey tað gott eftir umstøðunum. Tvær av kvinnunum eru við barn.
Íslendsku bløðini skriva, at bjargingin var trupul, tí veðrið var ikki av tí besta. Tá øll vóru fingin úr bátinum, fór Ægir til býin Souda á Kreta við teimum.
Ægir er í Miðjarðarhavinum sum lið í Frontex-skipanini, sum skal verja ES ímóti ólógligum innflytarum.