Gips í handskunum

Tá Antonio Margarito í janar bankaði Billy Collins í boksidysti teirra millum, hendi hetta ikki heilt eftir reglunum. Martarito hevði nevnliga styrkt sær forbindingarnar um hendurnar við gipsi, og hetta hevur hann nú fingið eitt ára bann afturfyri. Borgarstjórin í Tijuana, føðibýrin hjá Margaritos, og forsetin í WBC, Jose Sulaiman, meta tó, at bannið er givið av órøttum. Men tað verður tó mett ógvuliga ósannlíkt, at teir báðir fáa broytt úrskurðin.