Tíðinaskriv
Fyrsti leikurin hjá Grímu hetta leikárið hevur verið spældur 12 ferðir, fyri tilsamans yvir 1.100 fólkum, og hann hevur fingið stak góða móttøku, bæði í bløðunum og millum áskoðararnar annars.
Og hóast røddir, millum annað á tingsins røðarapalli, hava verið frammi um, at slíkt skuldi ikki verið loyvt á føroyskum leikpalli, so sær ikki út til at áskoðarafjøldin minkar. Hon tvørturímóti bara veksur. Fleiri fólk, ið ikki eru von, ella kanska ongantíð hava verið til sjónleik, hava takka fyri ?eitt stórt upplivilsi? aftaná.
Men næsti leikurin í ár, LIST, skal framat á pallinum 2. november, og tí verða Ginusøgurnar niðurlagdar fyri fyrst. Ætlanin er so, at restin av landinum skal fáa gleði av teimum trimum ?Ginunum?, Biritu Mohr, Kristinu Hansen og Gunnvá Zachariassen. Hvussu leikferðin verður, hvar og nær, verður lýst í næstum.
Seinastu sýningarnar á Meiarínum verða í komandi viku. Atgongumerkið fáast á Kunningarstovuni, tlf. 31 57 88 og á Meiarínum, ein tíma undan sýning um ikki útselt er áðrenn.