Ginola vil hjálpa Tottenham

David Ginola, sum einaferð var ein stór stjørna í Tottenham, bjóðar sær nú til at hjálpa sínum gamla felag, ið liggur aftast í Premier League. Hann mælir til at halda venjaran í felagnum, men hann bjóðar seg fram við eini hjálpandi hond.

- Eg vil sera fegin hjálpa teimum við mínum kunnleika til spælið og mínar felagskenslu. Eitt fótbóltslið er sum ein familja, og gloymir tú tað, kann tað ikki ganga væl, sigur David Ginola við SportingLife.