Ginman og Eivør hava samstarvað um útgávuna The Color of Dark.
Útgávan er komin og danska tónleikatíðarritið GAFFA gevur fimm stjørnur av seks møguligum.
Urimelig stærkt makkerpar udgiver stærkt fælles album, verður m.a. sagt um útgávuna.
Ginman er kendur sum dugnaligur kontrabassleikari og kent er m.a samstarv við Dahl og Blachman, har teir leika saman í jazztrio. Ginman hevur tó eisini leikt bass hjá Dicte og hevur eisini skrivað tónleik innan mong tónleikasløg.
Um avrikið hjá Eivør á útgávuni verður m.a. sagt: Hun har i momenter givet mindelser om Bjørk, i momenter om Kate Bush, men har på en eller anden måde altid formået at forblive sin egen – et kraftværk af en helt særegen karakter.
Ummælið sæst her: http://gaffa.dk/anmeldelse/87580