Gingu uppi á tekjuni hjá Frants Restorff

- Býurin er eitt stórt sirkus í vikuskiftinum, sigur løgreglan í Havn.

Ólevnaður

Sunnunáttina fekk løgreglan í Havn boð um, at nøkur ungfólk gingu uppi á tekjuni á bakarínum hjá Frants Restorff í Tórsgøtu.
Løgreglan fór á staðið og rak ungu fólkini, sum tá vóru tvey í tali, burtur.
Á løgreglustøðini í Havn siga tey, at einki herverk var framt á bygningin, og tí vórðu hesi ungu bara biðin um at halda seg burtur.
Klokkan 9 sunnumorgunin fekk løgreglan eisini fráboðan um, at nakrir fullir menn svumu uppi í Sandá á leiðini, har Eikin er.
Tá ið løgreglan kom á staðið, vóru menninir komnir upp úr aftur ánni í øllum góðum.
- Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at býurin er eitt stórt sirkus í vikuskiftinum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.