Luciu-dagur var í gjár og tí varð nakað av tí seinasta, sum mong av dagstovnabørnunum gjørdu, áðrenn stovnarnir stongdu, at ganga luciugongu.
Í Sunda kommunu fór dagstovnurin við Kráir í Hvalvík á vitjan í kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.
Tey 10 børnini gingu og sungu fyri starvsfólkunum á kommunuskrivstovuni og síðani greiddi borgarstjórin, Heðin Zachariasen, brá býráðsarbeiðinum og arbeiðinum á kommunuskrivstovuni. Børnini fingu sjálvandi ein lítlan pakka, nú jólini stunda til.
Fleiri myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá Sunda kommunu.