– Eg kundi hugsað mær, at meiri kom burtur úr, men hetta var so tað, vit kundu semjast um. Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, ásannar, at hann fekk ikki nokk burtur úr krøvunum, hann setti, tá ið Løgtingið samtykti fíggjarlógina.
Undir viðgerðini varð nógv tosað um skaðarnar, sum havnarløg í Suðuroy og í Sandoynni fingu í herviligu ódnini um mánaðarskiftið februar og mars í fjør.
Og tað verður eitt ódnartak hjá kommununum at umvæla skaðarnar, tí í Hvalba kostar tað eina heila álíkning í skatti at gera skaðan aftur og hjá Húsavíkar Kommunu snýr tað seg um heilar tríggjar álíkningar.
Kommunurnar hava vent sær til landsstýrið við umbøn um fíggjarliga hjálp, men tað var til fánýtis. Hinvegin er lív aftur blást í gamla tankan um at gera eina trygging, sum skal rinda fyri skaðar, sum náttúruvanlukkur av hesum slagi, elva til.
Og tá ið fíggjarlógin var til viðgerar, gjørdi Brandur Sandoy greitt, at hann kundi rætt og slætt ikki liva við, at hesar kommunurnar ikki fingu nakran fíggjarligan stuðul.
Hann segði, at ein máti kann vera at stovna ein grunn, har landskassin setur nakrar tíggjutals milliónir í, og tær skulu so brúkast til fíggjarligan stuðul til tær kommunur, sum vórðu so hart raktar av ódnini.
Brandur Sandoy kundi heldur ikki liva við, at ikki ein króna er sett av til vegin ígjøgnum líðina á Sandi, har skúlabørn koyra eftir einum vegi, sum liggur í brattlendi, og sum er í sera ringum standi.
Les meiri um tað her: Tingmenn í samgonguni seta hart ímóti hørðum
Men Brandur Sandoy fekk ikki viðhald fyri krøvunum frá sínum samgongufeløgum, og tað ásannar hann eisini. Hann sigur kortini, at Løgtingið játtaði at seta tvær milliónir av til Sandslíð, so gongd kann fáast á arbeiðið at gera nýggjan veg.
– Politikkur er at geva og taka. Eg kundi hugsað mær, at meiri varð játtað til endamálið, men hetta var so tað, semja fekst um, sigur hann.
Hinvegin varð játtanin til havnir sum heild, hækkað tvær milliónir, so nú er hon komin upp á sjey milliónir. Brandur Sandoy sigur, at ein partur av teimum pengunum, kunnu brúkast til at gera umrøddu brimskaðar aftur, men hann ásannar eisini, at teir eru ikki markaðir til tað. Og hann ásannar eisini, at tað munar lítið og einki.
Men hann vísir eisini á, at Løgtingið hevur samtykt, at arbeiðast skal víðari við einum vanlukkugrunni, og hann vónar, at hann kann rinda fyri skaðar, sum longu eru hendir.
Tá ið fíggjarlógin var til viðgerar, helt hann annars, at tað var ov lítið, at ætlanin var at stovna ein slíkan grunn, tí hann kravdi, at stuðul fekst til skaðar, sum longu vóru hendir.
– Eg haldi, at tað er ein ávís undirtøka fyri, at hesin grunnurin kann rinda fyri skaðar, sum longu eru hendir, sigur hann. Men tað er ikku upp á skrift, leggur hann afturat. Vit komu ikki á mál, men vit fingu nakað afturat, sigur hann.
Annars mæltu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi til at játta fimm milliónir til brimskaðarnar, men tað uppskotið varð felt.











