Rúna, Esmar, Karl og Maria eru spent í hesum døgum. Tá tey gingu í barnagarðinum í Kongens Enghave í Keypmannahavn, starvaðist tann seinni so kendi Anders úr Alphabeat har. Nú eru tey spent uppá at síggja hann aftur, tí teimum dámdi hann vær.
- Hann starvaðist har í eitt ár, og hann spældi guitar fyri teimum, sigur Sylvia Sivertsen, sum er mamma at tveimum av børnunum..
Yngstu børnini gingu í barnagarði, meðan tann elsta gekk í frítíðarheimi, men stovnurin er allur í einum, so øll børnini kendu Anders væl. Børnini eru frá 5 til 8 ár. Teimum dámar væl tónleikin hjá Alphabeat og keyptu sjálvandi fløguna, tá tey búðu niðri.
Tá tað sá út til, at Alphabeat fékk vind í seglini, gavst Anders í barnagarðinum, og í fjørheyst fór Alphabeat til London,har tað av álvara eydnaðist bólkinum at fáa undanvind og gerast eitt stórt poppnavn.
Men Rúna, Esmar, Karl og Maria kunnu fegnast um, at Anders úr barnagarðinum í Keypmannahavn nú kemur til Klaksvíkar sum heimsstjørna, so tey sleppa at hitta hann aftur.