Hóast Mitt Romney slapp av við sín harðasta kappingarneyta í gjár, tá Rick Santorum tók seg burtur úr uppstillingarkappingini hjá republikanarunum, so kann hann ikki kenna seg heilt tryggan enn.
Tí hinir báðir kappingarneytarnir, Newt Gingrich og Ron Paul, ætla sær ikki at gevast enn. Teir vóna, at teir eru førir fyri at savna tær konservativu kreftirnar, sum ikki hava serliga stóran alsk til Romney, tí hann eftir teirra tykki er ov hóvligur og fer ov langt inn á miðjuna á tí politiska pallinum.
-Eg havi gjørt av at halda fram líka til landsfundin í august, soleiðis at tey konservativu eisini fáa ein møguleika, segði Newt Gingrich (myndin) í gjárkvøldið. Ron Paul royndi eisini at dyrgja eftir teimum konservativu veljarunum.
-Vit hava stóra virðing fyri valstríðnum hjá Rick Santorum, men nú er Paul ta einasta ektaða konservativa alternativið til Romney, segði talsmaðurin hjá Ron Paul í gjárkvøldið.
Newt Gingrich hevur vunnið uppstillingarvalið í tveimum statum. Ron Paul hevur ikki vunnið nakrastaðni enn.