Gingrich á odda

Fyrrverandi formaðurin í amerikanska Umboðsmannatinginum Newt Gingrich er nú tann fremsti av teimum republikanarunum, sum kappast um at gerast forsetavalevni hjá flokkinum næsta ár.

Í einari meiningakanning, sum Fox News hevur gjørt, fær Gingrich stuðul frá 23 prosentum av veljarunum. Men kappingin er sera hørð, tí Mitt Romney, sum hevur verið hildin at hava bestu møguleikarnar, fær 22 prosent. Eygleiðarar hefta seg tó við, at fyri trimum vikum søgdu bara 12 prosent, at tey vildu hava Newt Gingrich at royna seg ímóti Barack Obama.

Newt Gingrich var formaður í Umboðsmannatinginum frá 1995 til 1999. Tey seinnu árini hevur hann arbeitt sum politiskur eygleiðari.