Gingrich mist ta tryggu leiðsluna

Fyrrverandi formaðurin í amerikanska Umboðsmannatinginum Newt Gingrich hevur mist ta greiðu leiðsluna, sum hann hevur havt í kappingini um, hvør skal stilla upp fyri tann republikanska flokkin á forsetavalinum næsta heyst.

Tað fyrsta uppstillingarvalið verður í statinum Iowa, og tann 5. desember vísti ein meiningakanning, at Gingrich fór at vinna ein rættiliga greiðan sigur har. Men nú vísir ein nýggj kanning, at hann fær 22 prosent av atkvøðunum í Iowa, og at fyrrverandi kongressmaðurin Ron Paul er í hølunum á honum við 21 prosentum.

Teir seinastu dagarnar hevur Newt Gingrich verið fyri hørðum atfinningum. Eitt nú er hann lagdur undir at hava verið fyrrverandi konum sínum ótrúgvur, og tað hevur millum annað gjørt, at hann hevur mist nógvar veljarar í teirri høgrasinnaðu Tea Party-rørsluni.

Politiskir eygleiðarar í USA siga, at Gingrich er brádliga í vanda fyri at fáa somu lagnu sum floksfelagarnir Herman Cain og Michelle Bachmann, sum vóru væl umtókt, men sum hava mist tað mesta orsakað av ymsum gølum.