Ein nýggj meiningakanning í USA vísir, at Newt Gingrich hevur lagt seg klárt á odda í kappingini um forsetauppstillingina hjá tí republikanska flokkinum. Eftir kanningini fær Gingrich stuðul frá 38 prosentum av teimum republikonsku veljarunum, og hann er klárt framman fyri tann næsta avbjóðaran, Mitt Romney, sum fær stuðul frá 17 prosentum. Hinir avbjóðararnir fáa minni enn 10 prosent.
Uppstillingarvalini byrja um ein mánað, og Newt Gingrich er ikki í iva um, at hann verður forsetavalevnið hjá republikanarunum næsta heyst.
-Sambært meiningakanningunum ber tað illa til at hugsa annað, enn at flokkurin fer at stilla meg upp. Hini kunnu leypa á meg, men tað fær onga ávirkan, og tey fara skjótt at troyttast, sigur fyrrverandi formaðurin í Umboðsmannatinginum.










