Gingrich greiðan sigur í South Carolina

Kappingin um at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum á amerikanska forsetavalinum í heyst er vorðin sera spennandi eftir uppstillingarvalið í South Carolina í gjár.

Tá 99 prosent av atkvøðunum vóru taldar tíðliga í morgun, hevði Newt Gingrich fingið 41 prosent. Næstur honum var Mitt Romney við 27 prosentum. Rick Sanatorum, sum vann aftan á fínteljing í Iowa, fekk 17 prosent í South Carolina, og Ron Paul endaði niðastur við 13 prosentum.

-Nú eri eg til reiðar at taka tað avgerandi stigið í Florida, segði tann 68 ára gamli Newt Gingrich sambært sjónvarpinum CNN. Uppstillingarvalið í Florida verður tann 31. januar.

Mitt Romney, sum fyri einari viku síðani var greitt á odda í meiningakanningunum í South Carolina, ásannaði í nátt ósigurin. Hann legði afturat, at kappingin um uppstillingina er vorðin áhugaverd.