Gingrich gevst

Sjónvarpið CNN veit at siga, at Newt Gingrich hevur gjørt av at gevast við royndini at gerast forsetavalevni hjá republikanska flokkinum. Hann fer at boða frá avgerðini í næstu viku, sigur CNN.

Fyrr í hesum mánaðinum tók Rick Santorum seg burtur úr uppstillingarkappingini, so nú eru bara Mitt Romney og Ron Paul eftir. Tann seinni hevur ongan møguleika at gerast valevni í heyst, og tí er nú at kalla eingin ivi um, at tað verður Romney, sum skal bjóða Barack Obama, forseta av.

Romney vann í gjár uppstillingina í fimm statum, og hann hevur nú 844 av teimum 1144 valmonnunum, sum hann skal hava fyri at hava meiriluta á tí endaliga uppstillingarfundinum hjá flokkinum í summar.