Jørmund Olsen frá reinhaldinum sigur, at tað er sum vanligt í ár til upptøku, og at teir eru so gott sum lidnir.
- Tað eru sjálvandi nøkur tjald, sum standa uppi enn, men vegirnir eru so gott sum liðugt ruddaðir, sigur Jørmund Olsen.
Teir hava verið einir 52 mans til arbeiðis í morgun, og eru sum nevnt við at leggja seinastu hond á verkið, nú klokkan nærkast tvey.
- Tað er serliga miðbýurin og stadionøkið, ið verða dálkað um ólavsøkuna, men tað er sum nevnt við at vera ruddað allastaðni. Nú er bara eitt sindur av fínpussing eftir. Tað er lagt væl til rættis, so tað koyrir bara, sigur Jørmund Olsen frá reinhaldinum.