Fyrsta umfarið av bólkaspælinum í Europa League er nú av. Brandur H. Olsen sat á beinkinum allan dystin, tá ið FCK á heimavølli vann 2-0 ímóti HJK Helsinki. Tað var Nicolai Jørgensen, sum við tveimum málum í seinna hálvleiki avgjørdi dystin.
Hitt danska liðið í kappingini, AaB, fekk eina marrubyrjan upp á kappingina á útivølli ímóti Steaua Bukarest. Rumenska liðið førdi 1-0 tíðliga í seinna hálvleiki, tá ið danski málverjin fekk reytt kort. Eftir hetta rapaði fullkomiliga og AaB tapti heili 6-0.
Gilli Sørensen var við í upprunaliga hópinum, sum tó var ov stórur til at allir sluppu at sita á beinkinum, og Gilli varð ein teirra, ið mátti sita á áskoðaraplássunum og hyggja eftir liðfeløgum sínum fáa ein sannan avsmurning.
Ungi tvøramaðurin kann tó ugga seg við, at hann ikki var partur av flóvisliga avrikinum í kvøld, og at hann annars arbeiðir miðvíst ímóti at gerast fullklárur aftur eftir drúgvan skaðasteðg, ið kravdi skurðviðgerð í fótinum.