Gilli Sørensen, sum er liðskipari á U21 landsliðnum, er ikki í iva um, at føroyska liðið skal verja betri fríggjadagin, um vit skulu hava nakran møguleika at fáa eitt gott úrslit móti Írlandi
Gilli Sørensen skrivar í næstum undir ein tvey ára sáttmála við AaB. B36 og danska Superligafelagið eru komin ásamt um ein prís fyri skjóta vongin. Gilli Sørensen var við á liðnum, sum tapti 4-1 fyri Írlandi á Svangaskarði í august mánaði. Tá skoraði Gilli einsamalla føroyska málið, tá hann eitt korter inni í dystinum legði Føroyar á odda.
Gilli er ikki í iva um, at talan verður um torføran dystin fríggjakvøldið.
- Vit kunnu allir verða samdir um, at hetta er ein torfør uppgáva. Vit skulu klára at “match’a” teir betri á vøllinum enn seinasta dyst. Vit skulu taka tey góðu tingini frá Týsklands dystinum við okkum, sigur Gilli Sørensen og vísur til dystin móti Týsklandi í farna mánaði, tá føroyska liðið tapti tepurt 3-2 fyri Týsklandi á útivølli.
- Vit skulu klára okkum betri í verjustøðu, tí seinast skoraðu teir fýra mál ímóti okkum. Eisini skulu vit spæla hart ímóti teimum, soleiðis at teir føla okkum á vøllinum, sigur liðskiparin á føroyska U21 landsliðnum, sum er í Írlandi í hesum døgum.
- Allir vita at tað var eitt framúr úrslit í Týsklandi, sum næstan gav stig, men tað er fari í gloymibókina. Nú er tað ein nýggur dystur, har vónandi allir menn eru fult til reiðar til uppgávuna, sigur Gilli Sørensen at enda.
Føroyar spæla á útivølli móti Írlandi í morgin klokkan 15.45.










