AaB spældi í dag venjingardyst ímóti georgiska liðnum FK Sioni Bolnis á venjingarlegu teirra í Turkalandi. Í dystinum, sum byrjaði kl.15.00 føroyska tíð, byrjaði Gilli Rólantsson á høgra bakki.
Gilli og teir vunnu dystin 4-3 eftir at hava verið á odda 2-1 í hálvleikssteðginum. Sambært Twitter-síðuni hjá AaB, so spældi Gilli Rólantsson allan dystin.
Ein av kappingarneytunum hjá Gilla Sørensen um plássið á vinstra bakkið, Jakob Ahlmann, hevði einsamallur skuldina av tí eina málinum hjá mótstøðuliðnum, og hann varð eisini útskiftur í hálvleikssteðginum.
Christian Bassogog skeyt tvey av málunum hjá AaB, meðan Andreas Bruhn og Thomas Enevoldsen skutu hvør sítt.
Næsti venjingardystur hjá AaB verður leygardagin ímóti Slovan Bratislava.