Gilli Rólantsson var við í byrjunaruppstillingini, tá ið AaB í kvøld var á vitjan hjá Esbjerg í donsku Superliguni. Hetta vóru fyrstu Superliga-minuttirnir hjá Gilla í ár, sum røkti plássið á vinstra bakki, har hann avloysti skadda Jakob Ahlmann.
Esbjerg var meiri á bóltinum fyrstu løtuna og kom eisini á odda í 20. minutti, tá ið AaB-málverjin, Nicolai Larsen, boksaði hornasparksinnlegg í egið mál til 1-0 til Esbjerg. Fýra minuttir fyri hálvleikssteðgin eydnaðist tað Kasper Risgård at javna til 1-1 eftir tilvildarligt spæl í málteiginum.
Gilli var eyðsýndur á vinstra bakki – kanska serliga í fyrra hálvleiki, tá ið hann kom langt fram á vøllin og legði fleiri innlegg innfyri málið. Hann var eisini við í uppspælinum til 2-1-sigursmálið í 77. minutti, tá hann spældi til Nicolaj Thomsen, sum so aftur sendi Lukas Spalvis leysan avstað.
Við teimum trimum stigunum í kvøld hevur AaB nú spælt seg upp á triðja pláss, har teir eru saman við Randers FC, sum tó hevur verri málmun. 12 dystir eru spældir og átta stig eru upp til oddaliðið, FC Midtjylland.