Gilli Rólantsson og liðfelagar hansara í AaB eru í hesum døgum í Turkalandi, har síðsta hond verður løgd á fyrireikingarnar til seinna partin av landskappingini í superliguni.
Í dag spældi AaB venjingardyst ímóti slovakiska Slovan Bratislava, sum er á øðrum plássi í slovakisku landskappingini.
Talan var um undirhaldandi uppgerð, sum endaði 3-3, eftir at AaB tríggjar ferðir hevði verið undir við einum máli.
Føroyski landsliðsspælarin Gilli Rólantsson varð skiftur inn, tá ið tað restaði ein hálvur tími. Hann varð settur inn á vongverjan í høgru í staðin fyri Patrick Kristensen. Tá ið AaB hósdagin vann 4-3 ímóti georgiska FK Sioni Bonisi, var Gilli Rólantson fyrsta tíman á høgra vongverja.
Týsdagin verður síðsti AaB dysturin í Turkalandi á hesum sinni. Tá verður mótstøðuliðoð FC Vorskla Poltava úr Ukreina.