Sum In.fo eisini skrivaði í gjár, so hevur Gilli Rólantsson gjørt sáttmála við Odds BK, sum spælir í bestu norsku deildini. 28 ára gamli trongisvágsingurin hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Odds BK. Felagið hevur í eina tíð fylgt gongdini hjá føroyska landsliðsspælaranum.
- Tað er ongin loyna, at vit hava hugt eftir Gilla í eina tíð. Vit halda at hann passar væl inn í okkara spælistíl og okkara lið. Vit hava roynt í eina tíð og nú eydnaðist endiliga, at fáa allar lutirnar at passa saman og tað gleðast vit um, sigur Tore Andersen, ítróttarstjóri, á tíðindafundinum í dag.
Gilli Rólantsson hevur gjørt ein tvey ára sáttmála og skal spæl við nummar 11 á rygginum. Hann kann røkja fleiri pláss, og tað var ein av orsøkunum til, at Odds BK vildi hava hann, sigur venjarin.
- Tað er ikki uttan orsøk, at vit hava roynt at fingið fatur á tær í eina tíð. Tú ert ein góður fótbóltsspælari og passar perfekt inn í okkara spælstíl. Tú hevur eisini royndir, sum hesin hópurin hevur brúk fyri í løtuni. Tú er ein atletiskur fótbóltsspælari, sum kann røkja fleiri pláss. Eitt nú hevur tú spælt bakkur og vongur á báðum síðum, sigur venjarin, Jan Frode Nornes og leggur afturat:
- Tú er ein týpa, sum vit hava verið eftir í eina tíð. Tú ert rennistekur og sinnaður at renna metrarnar. Tú ert eisini stekur á bóltinum, men eg haldi ikki at tú hevur fingið nokk málstig í mun til tínar eginleikar. Tað eri eg sannførdur um, at tú fert at fáa hjá okkum.
Venjarin sigur eisini, at Gilli er málreættaður í síni tilgongd til fótbóltin og hevur ein mentan, har tú elskar at venja og vil blíva betri.
- Eg kenni teg ikki perónliga, men sjáldan havi eg tosað við so nógv fólk, sum geva einum so nógv góð skotsmál sum tær. Eisini sum persónur. Tí gleði eg meg at sleppa í gongd við at venja saman við tær, sigur Jan Frode Nornes at enda.
Hetta er tað rætta
Tað hevur gingið eitt sindur av tíð, at fáa Gilla Rólantsson upp á pláss í Odds BK. Hann hevur verið settur í samband við feløg í bæði Russlandi og Grikkalandi. Nú er hann bara glaður fyri, at alt er komið upp á pláss.
- Eg havi spælt við Brann í fýra og eitt hálvt ár. Tað hevur í eina tíð verið áhugi fyri mær í Odd. Eg eri glaður fyri at alt nú er komið upp á pláss. Tað hevur verið eitt tíðarskeið, har eg havi verið í Føroyum og hugsað meg um, men eg haldi hetta er tað rætta, segði Gilli Rólantsson á tíðindafundinum.
Hann kann fara beint at venja við viðspælarunum, tí hann lýkur treytirnar viðvíkjandi koronu.