Gilli takkar fyri seg í TB

Betri deildin menn: Gilli Rólantsson hevur spælt sín seinasta dyst fyri TB á hesum sinni

Gilli Rólantsson hevur spælt sín seinasta dyst fyri TB á hesum sinni. Tað boðar hann frá í skrivi á Facebook-síðuni hjá TB. Hann skiftir væntandi til Vejle BK.

 

Gilli skrivar:

 

TAKK FYRI HESA FERÐ TB

 

Tá eg kom heim í ár var eg til reiðar at tveita alt frá mær, tí eg ikki fekk tað uttanlanda, ið eg ynskti. Hevði satt at siga hug at gevast við fótbóltinum, vildi heldur royna at liva sum vanlig fólk aftur, brúka tíð upp á familju og vinir.

 

Eg eri tó sera glaður fyri, at eg tók avgerðina um at koma til TB, eina avgerð, sum ivaleyst ongin hevði dugað at ímyndað sær.

 

Í byrjanini var tó trupult, tí ávís fólk grenjaðu um "hví TB, hví ikki okkurt av teimum liðunum, sum kappast í oddinum?", "hvar eru ambisjónirnar hjá Gilla", "ein kann ikki spæla á landsliðnum, tá man spælir við TB" og líknandi tvætl.

 

Tó skal sigast, at tað var ein sera avbjóðandi byrjan upp á kappingarárið: hópurin var sera smalur, ongin venjari, menn vóru ikki í formi og ongar venjingardystir. Tá so kappingarárið byrjaði, høvdu okur avbjóðingar í hvørjum dysti, tí har var ongin føst spælskipan o.s.fr.

 

Men nú eru okur so komin eitt sindur inn í kappingina, og í staðin fyri at grenja, sum nógv helst gera ov nógv av, so er orsøk til at vera optimistiskur, nú stigatalvan sigur 12 stig, og har eru altso heili 8 heimadystir eftir!

 

Okur hava fingið nýtt graslíki at spæla á, menn koma meira og meira fyri seg, hópurin hevur eitt samanhald sum einki annað lið, okur hava vunnið onkran dyst á einum ringum degi, og okur eru enntá byrjaðir at skora mál, nakað sum hevur verið eitt stórt problem seinnu árini.

 

Nú gongur leiðin so uttanlanda til eitt nýtt ævintýr, og eg eri ómetaliga glaður fyri, at eg valdi at taka fyrru helvt av kappingarárinum við TB.

 

Eg vil bara siga, at hetta hevur verið ein tann besta tíðin í mínum lívi, nú eg aftur havi verið saman við tykum øllum, sum eru góð við TB, og eg havi av álvara funnið spæligleðina fram aftur.

 

Takk til leikararnar fyri eina fantastiska tíð. Komi at sakna at vera ein partur av felagsskapinum. Góða eydnu við restini av kappingarárinum, allir samlir.

 

Ein serlig tøkk til André Dalfoss fyri eitt kanón arbeiði – uttan teg var onki lið og onki samanhald, tey eru fá, sum hava ein slíkan eldhuga, passión, fyri fótbóltinum. Keep up the good work, boss!

 

Tað snýr seg ikki um at tosa um at yvirliva men um at vinna fótbóltsdystir!!