Tað tykist lítið sannlíkt, at Gilli Sørensen verður á liðnum, tá ið AaB um eina viku fer at spæla fyrsta landskappingardystin eftir vetrarsteðgin. Tað verður á útivølli ímóti AaB.
Í gjár var síðsti venjingardysturin, áðrenn tað aftur verður kappast um stig og DM. AaB var á útivølli ímóti svenska IFK Göteborg, og tað gekk væl hjá AaB, sum vann 3-1.
Átjan spælarar vóru í AaB ferðalagnum. Teir eru 25 í besta AaB hópinum, og Gilli Sørensen var millum teir sjey, sum ikki vóru við í Svøríki. Tí má tað roknast lítið sannlíkt, at hann fær møguleikan á besta liðnum nú beinanvegin í landskappingini. AaB venjarin, Kent Nielsen, hevur áður sagt, at AaB fer at hava tol við Gilla Sørensen, sum skal venja seg við at spæla í bestu donsku deildini. Tí man møguleikin hjá Gilla fara at koma, um hann ikki verður har beinanvegin.