Nógv bendir á, at Gilli Rólantsson skal spæla við Silkeborg IF í donskum fótbólti. Venjari er Kent Nielsen, sum eisini var venjari hjá Gilla Rólantsson í AaB, har tað bæð bleiv til eitt meistaraheiti og eitt steypagull.
Gilli Rólantsson hevur spælt við TB í hesum kappingarárinum, men boðaði longu í fyrstu samrøðuni eftir skiftið frá, at hann hevði eina ætlan um at spæla uttanlands aftur. Nú er líkt til, at tað verður undir fyrrverandi venjaranum hjá sær, Kent Nielsen.
Stóri dreymurin hjá trongisvágsinginum var at sleppa á eitt fótbóltsævintýr langt úr norðurlondum, men skiftið bliv ongantíð til nakað. Hann endaði í barndómsfelagnum og nú er ein møguleiki at koma aftur til Superliguna, har hann í fýra ár – frá 2013 til 2017 – spældi við AaB.
Silkeborg IF kláraði akkurát ikki at vinna seg í meistaraspælið í Superliguni.