Gilli skal hava nýggjan venjara

Kent Nielsen steðgar í AaB, tá hetta kappingarárið er av

 

 

Gilli Sørensen, sum kom til danska AaB fyri einum ári síðani, skal hava nýggjan venjara. Tað er greitt, nú Kent Nielsen hevur boðað frá, at hann ikki ynskir at halda fram í felagnum.

 

Tað eru annars ikki vantandi úrslit, sum liggja sum grund fyri hesum. Kent Nielsen kom til AaB í 2010, og tá var felagið illa fyri fíggjarliga og ítróttarliga. Tað eydnaðist at sleppa undan hóttandi niðurflytingini, og síðani hevur Kent Nielsen verið høvuðsmaðurin, meðan AaB hevur bygt eitt sterkt lið við denti á egna talentmenning, og í vár vann felagið gull í bæði lands- og steypakapping.

 

Felagið vildi eisini gjarna halda fram við fyrrverandi landsliðsspælaranum við stýrisvølin, men í fráboðan til virðisbrævamarknaðin verður gjørt greitt, at Kent Nielsen ikki ynskti at leingja sáttmálan.

 

- Í summar havi eg verið í felagnum í næstan fimm ár, og hóast eg havi verið fegin um tíðina – og eisini umhugsaði at skriva undir nýggjan sáttmála – so er tað mín meting, at tað rættasta er, at felagið og eg nú fara hvør til sítt, sigur Kent Nielsen við heimasíðuna hjá AaB.