Gilli søkti Celtic

U17 liðið hjá Aberdeen spældi um vikuskiftið ímóti Celtic, og teir úr Aberdeen vunnu heili 4-1. Tveir føroyskir spælarar hava júst gjørt sáttmála við Aberdeen, og annar av teimum, Gilli Sørensen, skoraði tvey mál í hesum dystinum. Hin føroyski spælarin í Aberdeen er Hallur Hansson. Bæði Hallur og Gilli eru á føroyska U17 landsliðnum í fótbólti, sum í næstum skal til EM-undankapping í Portugal.