VIDEO: Gilli og Odd eru ósigraðir seinastu sjey dystirnar

(Video) Odd leikti javnt móti Haugesund á útivølli í dag

Seinastu sjey dystirnar í bestu norsku fótbóltsdeildini og í steypakappingini hava Gilli R. Sørensen og liðfelagarnir í Odd vunnu fimm dystir, og hava spælt tveir javnar.

 

Í dag spældi Odd javnleik 2-2 móti Haugesund á útivølli í dysti í bestu norsku deildini. Gilli var á vøllinum allan dystin.

 

Dennis Gjengaar legði Odd á odda tá 24 minuttir vóru farnir. Haugesund javnaði til 1-1 beint undan steðginum, og legði í fyrsta minuttinum í seinna hálvleiki legði Haugesund seg á odda 1-0. Tá átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Conrad Wallem til 2-2. 

 

Odd er nummar seks í deildini við 34 stigum.

 

Komandi sunnudag tekur Odd móti Kristiansund á heimavølli.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Haugesund og Odd.