Gilli og Heini: Suðuroy eigur at standa saman um eitt lið

(FM1) Tróndur Arge fekk orðið á landsliðsspælararnar úr Suðuroy sum harmast, at oyggin ikki stendur saman um eitt lið

Teir báðir fremstu suðuroyingarnir í fótbólti eru landsliðsspælararnir, Heini Vatnsdal og Gilli Rólantsson.

 

Gilli Rólantsson hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur í TB, og Heini Vatnsdal í FC Suðuroy og VB.

 

Gilli og Heini eru sera harmir um, at tað er slitnað millum, TB, Royn og FC Suðuroy. Teir halda, at einasta gongda leiðin fyri Suðuroynna í fótbólti er eitt felagslið.

 

Tróndur Arge fekk orðið á Gilla Rólantsson og Heina Vatnsdal yvir í Baku í Aserbadjan, har føroyska fótbóltslandsliðið í morgin seinnapart klokkan 17 spælir dyst í Nations League ímóti Aserbadjan á olympiska leikvøllinum í Baku.

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum Aserbadjan og Føroyar. Sendingin byrjar við upptakt klokkan 16. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við teir báðar fremstu suðuroyingarnar tá um fótbólt ræður, Gilla Rólantsson hjá Brann Bergen og Heina Vatnsdal