Tað vóru tveir føroyskir landsliðsspælarar á vøllinum frá dystarbyrjan, tá ið AaB seinnapartin hevði vitjan av uppflytarunum í AC Horsens í fyrsta umfari í nýggja kappingarárinum í superliguni.
Gilli Rólantsson var á vinstra bakki hjá AaB, og Hallur Hansson hevðí rættiliga framrættaðan leiklut eitt sindur til vinstru hjá AC Horsens.
Úrslitið var 1-1. Horsens legði seg framum, tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Tað var, eftir fríspark og innlegg, eftir at Gilli Rólantsson varð dømdur fyri at hava gjørt fríspark ímóti Halli Hansson. AaB javnaði, tá ið tað restaðu tveir minuttir.
Hallur Hansson var á vøllinum alla tíðina, meðan Gilli Rólantsson varð útskiftur, tá ið tað restaði eitt korter, og tað ráddi um at spenna álopsbogan hjá heimaliðnum, sum hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini, og sum í fyrra hálvleiki spældi seg til fleiri góðar møguleikar. Tá ið AC Horsens hevði lagt seg framum, var tað í fleiri førum tætt við, at gestirnir øktu um leiðsluna, áðrenn tað at enda eydnaðist heimaliðnum at javna.